Týskararnir vinna altíð

Týskland, Saudi Arabia, Írland og Cameroon:
Omanfyrstandandi yvirskrift er kanska ikki heilt so sonn longur, men lítið er tó at ivast í, at týskararnir í øllum førum koma víðari úr innleiðandi bólkinum

Bólkur E

Gary Lineker tók einaferð til, at fótbóltur er eitt spæl har 22 mans dystast móti hvørjum øðrum, og har týskararnir altíð vinna.
Hesi orðini skuldu gerast heimsgitin, men spakuliga er hetta kortini vorðin ein sannleiki við ávísum dagføringum.
Tað er framvegis eingin ivi um, at Týskland uppalir nakrar av treystastu leikarunum í heiminum, men úrslitini síðani EM-sigurin í ?96 hava tó ikki altíð verið teimum til vildar.
Umframt at liðið hevur havt trupult við at liva upp til siðvunnu vónirnar, sum altíð verða settar, so hevur HM-útgávan av týska liðnum eisini tann trupulleika, at fleiri týdningarmiklir leikarar eru skaddir. Sostatt eru Jens Novotny, Christan Wörns, Sebastian Deisler og Mehmet Scholl úti, longu áðrenn HM byrjar. Venjarin og fyrrverandi stórspælarin, Rudi Völler, er tó ikki í iva um, at stríðsandin hjá liðnum fer at sigra á hesum.
Ivaleyst er tað eisini rætt, at stríðsandin fær liðið heilskapað úr bólkaspælinum, men nakað gullmerki verður talan neyvan um.

Silvurstríðið
Plássið við síðuna av Týsklandi fara Írland og Cameroon helst at stríðast um. Írar hava seinnu tíggju árini ella so verið ein sera treystir partur av fótbóltssøguni. Kanska er spæl teirra ikki altíð so vakurt, men teir stríðast ein fyri allar og allir fyri ein, og saman við góðari ættargranskan hevur hetta ført liðið til nógv endaspøl hesa tíðina.
Tað tykist tó sum um hesin musketer-andin nú er um at hvørva av liðnum. Í hvussu so er hevur trætan millum venjaran, Mick McCarthy, og absoluttu stjørnuna á liðnum, Roy Keane, ikki styrkt um ímyndina av hesum, og at Keane er farin heim aftur til bretsku oyggjarnar, er í øllum førum ein stórur missur fyri liðið. Júst hvussu stórur má tíðin vísa.
Heima verður landsliðið hjá Cameroon aloftast rópt fyri leyvurnar. Eitt navn, sum gevur eina ímynd av einum ógvusligum rovdjóri, sum skræðir mótstøðuna í petti. Tíðum hevur landsliðið tó havt trupulleikar av at liva upp til navnið, men nú tykist daga. Landið vann OL-kappingina í Sydney, og kom uttan stórvegis trupulleikar til HM, men størsti vansin eru helst fyrireikingarnar ? ella mangul upp sama.
Ruðuleiki hevur valda at kalla síðani OL-gullið. Venjarin er skiftur tríggjar ferðirnar, og trætur um bonus pengar og annað hava neyvan bøtt um samstarvsstevið, sum er so týdningarmikið í slíkari kapping. Megnar Cameroon at vinna á hesum, fer liðið uttan iva at gera um seg í summar, men hetta kann eisini verða júst tað, sum ger av við leyvurnar longu í bólkaspælinum.

Ov tungt
Seinasta liðið í bólkinum er Saudi-Arabia, og eins og áður, fáa teir sera trupult við at vinna seg víðari úr bólkaspælinum.
Tað gjørdi landið fyrstu ferðina, teir tóku lut við HM. Millum annað við ógloymandi málinum hjá Al Ouaryan móti Belgia, men fyri fýra árum síðani í Fraklandi gekk verri, og eftir øllum at døma fara teir heldur ikki at røkka víðari hesaferð. Ikki tí at talan er um nakað vánaligt lið, men heldur tí mótstøðan frá hinum trimum londunum tykist ov sterk.

Dystirnir:
01.06Írland-Cameroon
01.06Týskland-Saudi Arabia
05.06Týskland-Írland
06.06Cameroon-Saudi Arabia
11.06Cameroon-Týskland
11.06Saudi Arabia-Írland