Týsku felagsskapirnir, Wal und Delfinschutz Forum (WDSF), og ProWal hava í hyggju at koma til Føroya at halda fyrilestur um, hvussu skaðiligt tvøst og spik er at eta.
Í einum longum brævi til Føroya løgmann, Kaj Leo Johannesen, verður greitt frá, hvussu illa dálkað grind er, og hvussu skaðilig hon tí er at eta hjá fólki.
Í brævinum verður eisini róð upp undir, at føryingar heldur enn at drepa grind áttu at skapt eina traditión fyri »whale-watching«. Greitt verður frá, hvussu gevandi ein slík vinna hevði verið fyri føroyingar og pástaðið verður, at aðrastaðni forvinna ferðamannaídnaðir í milliardum av krónum burtur úr hvalaskoðan.
Í brævinum verður fleiri ferðir lagdur dentur á, at ætlanin er ikki at mótmæla føroyska grindadrápinum, men heldur at læra føroyingar, at tað er ósunt at eta grind.
Hesir felagsskapir krevja eisini, at løgmaður kemur við haldgóðum prógvum fyri, at drápið nú er meira humant, enn tað hevur verið. Týskararnir siga seg vera skelkaðar av drápi, sum teir upplivdu fyri tíggju árum síðani, og teir góðtaka ikki orðini hjá løgmanni um, at drápshátturin í dag er broyttur.
Eftir øllum at døma hevur løgmaður ikki hirt at svara hesum týsku felagsskapum aftur, tí í maili kælra teir seg um, at teir hvørki hava frætt orð ella eið.
Í sama maili verða miðlarnir bodnir við á tíðindafund, sum verður hildin á týskum onkunstaðni í Havn 4. august.
Dialog við løgmann
Felagsskapurin WDSF sigur seg hava stóra ávirkan á hvalaveiðitjóðir, og eitt av úrslitunum hjá felagsskapinum er, at japanesarar ikki longur borðreiða við hvalatvøsti á skúlunum – og tað má sigast vera ikki hissini avrik. Spurningurin er so bara, hvussu nógv hald er í teimum tíðindunum.
Felagsskapurin sigur seg eisini vera í einum samstarvi við Pál Weihe um kanningar, hvørt grindatvøst elvr til Parkinson sjúkuna.
Nevnt verður, at grindahvalurin er illa dálkaður av kyksilvunik, PBC og øðrum giftevnum, men kortini verða Føroyar ikki lagdar undir at hava dálkað havið við hesum giftevnum.
Hinvegin vísir WDSF á, at Føroyar eru so væl fyri fíggjarliga, at eingin orsøk er til at veiða og drepa grind. Sagt verður, at tað er skilligt við so langari traditión fyri grindaveiði, men tað er fyri okkara egnu skuld, at vit skulu gevast við at eta grind.
Út frá brævinum tykist, sum hava føroyingar ongantíð hoyrt um kyksilvur ella PBC, og tí halda hesir menninir, at tað er neyðugt hjá teimum at koma til Føroyar at útbúgva okkum óvitandi føroyingar um, hvussu vandamikið tað er at eta tvøst og spik.
Eisini vilja teir sleppa í ein persónligan dialog við løgmann, so teir kunnu sannføra hann um, at forboð má setast fyri at drepa grind – ikki tí tað er andstyggiligt, men fyri okkara egna besta.
Eisini heita teir á løgmann um at boða teimum frá næstu ferð ein grind verður hildin til, so teir við egnum eygum kunnu síggja, hvussu eitt grindadráp fer fram í dag.