Týskarar á val í september

Í Týsklandi eru samgonguflokkarnir, Kristiligu demokratarnir og Fríu demokratarnir, vorðnir samdir um at útskriva val til samveldisdagin tann 22. september. Tað skriva týskir fjølmiðlar í kvøld.

Blaðið Süddeutsche Zeitung skrivar, at flokkarnir fara at almannakunngera avgerðina í morgin, men tað er forsetin, Joachim Gauck, sum formliga boðar frá valinum.

Tær seinastu meiningakanningarnar vísa, at teir kristiligu demokratarnir hjá Angelu Merkel, kanslara høvdu fingið 40 prosent av atkvøðunum, um val hevði verið nú, og at teir fríu demokratarnir høvdu fingið fýra prosent. Kanningarnar geva sosialdemokratunum 25 prosent og teimum grønu 15 prosent.