Týskarar tykist spentir

Týska landsliðið hevði tíðindafund beint fyri døgurða týsdagin, áðrenn liðið fór til Føroya. Á hesum tóktist tað greitt, at bæði leikarar og venjari tykjast hava virðing fyri føroysku mótstøðuni. Kanska bara vanligt kurteisi, men í týsku pressuni siga tey seg nú gera seg til reiðar til stórslakt, um liðið ikki kemur heim við nøktandi úrsliti.
Hvørt hetta so er gott ella ringt fyri Føroyar, er ilt at gita, tí ofta hevur tað verið júst undir slíkum umstøðum, at týskarar hava fingið bestu úrslitini, men tað er í øllum føurm hugaligt at síggja, at Føroyar í alheimsins eru vaksnar nakað, síðani byrjanina á altjóða pallinum, og í øllum førum eisini síðani oktober mánað í fjør.
- jm

Sagt á tíðindafundinum hjá Týsklandi týsdagin:

Rudi Völler:
Føroyar hava víst móti Íslandi, hvussu sterkt liðið er. Teir spæla eina perfekta 4-4-2, og tað er imponerandi, hvussu teir megna at spæla slíka skipan, og samstundis standa somikið væl í verjuni.
Vit mugu tí geva alt tað, sum vit hava í samfullar 90 minuttir.

Miroslav Klose:
Einasta eg veit er, at teir hava eina rúgvu av seyði, og at bakgrundin á myndunum er full av fjøllum.

Ballack:
Teir spæla eins og skotarnir, og tí mugu vit geva alt tað, sum vit hava.

Tyski DfB forsetin:
Ballack skuldi hugsa meira um spælið, og ikki tosa negativt um liðfelagar sínar. Hann skuldi heldur sett spurnartekin við egna avrikið, og ikki siga, at alt tað, sum hann hevur gjørt er gott, ella bara geva einum skaða skuldina.
Næsta ár mugu vit í minsta lagi røkka hálvfinaluna í EM-kappingini.