Týskarar óttast føroyska landsliðið

Fyrrverandi stórleikarin, Paul Breitner, sigur seg skilja væl, um týska landsliðið eru bangnir fyri dystinum ímóti Føroyum.

Tað verður dúgliga skrivað í teimum stóru týsku bløðunum undan landsdystinum ímóti fótbóltsdvørginum Føroyum. Felags fyri flestar greinarnar er, at týskarar eru bangnir fyri føroyska landsliðnum.

Eftir vánaliga avrikið í Glasgow, har Týskland bert fekk javnleik ímóti Skotlandi, eru týskarar á einum máli um, at týska landsliðið er ikki tað sama, sum tað hevur verið.

Í Welt am Sonntag, sigur fyrrverandi Bayern Munchen og Barcelona venjarin, Udo Lattek, at týska landsliðið ikki hoyrir millum tey bestu liðini í heiminum longur. ? Vit spæla vánaligan fótbólt í løtuni, og eftir avrikið leygardagin, hava vit alla orsøk at ótta dystin imóti Føroyum mikudagin, sigur Udo Lattek við týska blaðið.

Fyrrverandi stórleikarin, Paul Breitner, sum skeyt mál bæði í HM-finaluni í 1974 og 1982, gevur eisini ilt av sær. Fyrrverandi miðvallarin á týska landsliðnum, sigur seg væl skilja, um týska liðið eru bangnir fyri dystinum í kvøld.

? Tað hevur síðan HM-kappingina í fjør verið ein stórur niðurtúrur hjá týska landsliðnum, og avrikið ímóti Skotlandi var eitt vána ávrik, og nú eru vit noyddir at óttast dystin ímóti Føroyum, sigur fótbóltsviðmerkjarin á Frankfurter allgemeine Zeitung, Paul Breitner.