Fyri einum mánað síðani fingu týsku myndugleikarnir ein hóp av skjølum, sum amerikanska fregnartænastan CIA hevur havt í varðveitslu. Talan er um tey sonevndu Rosewood-skjølini. Í teimum vóru upplýsingar um túsundtals fólk, sum arbeiddu fyri ta gomlu eysturtýsku fregnartænastuna Stasi, men nú CIA hevur latið skjølini frá sær, eru bara nøvn á týskum ríkisborgarum eftir í yvirlitinum. Tey útlendsku nøvnini eru sáldað frá, at myndugleikarnir í teimum einstøku londunum hava fingið at vita, hvørjir av teirra borgarum hjálptu Stasi.
Tað er framvegis ein gáta, hvussu tað eydnaðist CIA at fáa fatur á teimum loyniligu skjølunum, beint eftir at Berlinmúrurin fall, og hví amerikanarar hava havt skjølini í varðveitslu heili tólv ár. Fleiri halda, at CIA á hendan hátt kundi fáa nøvnini á teimum, sum fóru í russiska tænastu, tá Stasi varð upployst.
Týsku myndugleikarnir eru greiðir yvir, at innihaldið í skjølunum er sera eldfimt, men tað er eisini greitt, at á navnalistanum eru fleiri, sum als ikki vistu, at nøvn teirra vóru komin at standa har. Sambært blaðnum Berliner Zeitung arbeiddu umleið 50.000 fólk fyri Stasi. Av teimum vóru 38.000 eysturtýskarar. Tey hava kanska ikki so nógv at stúra fyri, men verri er við hinum 12.000, sum sambært blaðnum vóru vesturtýskarar.
Mong av hesum sita sum á nálum í dag. Tað kann eisini fara at vísa seg, at fleiri teirra hava verið og kanska eisini eru virkin í týskum politikki.










