Týskarar settu sviar upp á pláss

Týskland tryggjaði sær í gjárkvøldið eitt plás í millumumfarinum í EM í manshondbólti. Tað hendi, tá týska liðið vann ein rættiliga greiðan sigur á svium. Úrslitið var 29-24 eftir hálvleiksstøðuna 20-15.

Týskararnir byrjaðu dystin sera væl, og aftan á fýra minuttir vóru teir frammanfyri 8-3. Tað eydnaðist ongantíð svium at taka munin aftur, og tí vóru týskararnir framvegis fimm mál frammanfyri í steðginum.

Í seinna hálvleiki komu sviar betur við og minkaðu minin til trý mál, men týskarar svaraðu aftur og vunnu at enda við fimm málum, 29-24.