Fyri átta árum síðani mistu týskararnir D-markin, tá Týskland og onnur lond í Evropa fingu sær felags gjaldoyra, evruna. Men týskararnir hava ikki gloymt tann gamla D- markin, og nú vísir ein meiningakanning, a tey nógv í Týsklandi vilja fegin hava tað gamla gjaldoyrað aftur.
Kanningin, sum stendur í blaðnum Bild, vísir, at 49 prosent av teimum spurdu vildu heldur havt D-markin enn evruna, sum kom fyri markin í 2002.
51 prosent siga, at tey eru ikki nøgd við evruna sum gjaldoyra, og 77 prosent siga seg ikki hava sæð nakran fyrimun við evruni. 67 prosent seta eisini spurnartekin við, hvussu trygg evran er.