Brimil hevur verið á eftirlitsferð eystan fyri Suðuroynna í dag og í hesum sambandi hava tey sent fýra bátar við útlendingum, sum vóru farnir til útróðrar, til lands.
Seinastu tíðina hevur nakað av tosið verið um eitt ferðalag av týskarum, sum er í Porkeri ár um ár við tí endamáli at leiga bátar, og so eru teir til útróðrar dag um dag.
Komnir til lands, skera teir fiskin til flak, frysta hann, og sagt verður, at teir fara avstað við fleiri frystitreylarum av fiski.
Í dag var Brimil so á kanningarferð eystanfyri Suðuroynna og Óli Hans Olsen, skipari, sigur, at í hesum sambandi hava teir sent fýra bátar við útlendskum ferðamonnum, til lands.
Talan er um týskarar, og talan var um fitt av fólki tilsamans, tí fýra mans vóru við onkrum báti og seks mans vóru við øðrum bátum.
– Bátar, sum fiska við ferðafólki, skulu hava loyvi frá Fiskimálaráðnum til at fiska, men tað høvdu hesir ikki, sigur skiparin á Brimli.
Hann sigur, at bátarnir høvdu næstan einki fingið, kanska einar átta fiskar tilsamans. Annars hevur verið sagt, at týskararnir í Porkeri hava drivið rættiliga vinnuligan útróður í summar, og tað hava teir gjørt summarið á tamb í fleiri ár.
Men tað fær skiparin a Brimli einki sagt um.
– Vit vita bara, hvat teir høvdu í dag, hvat teir annars hava fiskað, er ómøguligt at siga, sigur hann. Hann sigur, at tískil fær hann heldur ikki mett um, antin tað, týskarar fáast við, er frítíðarfisking, ella vinnuligur útróður.
Men hann sigur, at tað stendur í lógini, at fólk hava loyvi at fiska til egið brúk, men hvat ferðafólkum viðvíkur, er ikki nøkur greið áseting, og hann saknar eisini, at lógin verður gjørd greiðari á hesum øki.
Hann sigur, at málið verður nú latið skrivstovuni hjá Vørn og har verður støða so tikin til, hvat skal gerast meiri við málið.
Hann sigur, at somuleiðis høvdu summir av bátunum ikki neyðugu trygdarútgerðina. Og hann er heldur ikki nøgdur við, at fólk leiga bátar út til ferðafólk, uttan at trygdarútgerðin er eftir forskriftunum.