Týskarar minnast Berlinmúrin

Í dag eru 50 ár, síðani Berlinmúrurin varð reistur, og týskarar flagga á hálvari stong í dag til minnis um tey, sum doyðu, tá tey royndu at sleppa yvir um múrin, sum býtti Berlin sundur í 28 ár. Minst 136 fólk lótu lív, tá tey royndu at sleppa um múrin.

Frá 13. august í 1961 til tann 9. desember í 1989 var Berlinmúrurin eitt tað vandamesta landamarkið og tað sterkasta tekinið um eitt sundurbýtt Evropa og Tað Kalda Kríggið.

Tann 3. oktober í 1990 vórðu Eysturtýskland og Vesturtýskland sameinað.

Í dag er økið, har múrurin stóð, broytt til eitt grønt øki og er ein sera væl umtókt farleið hjá fólki á súklu.