Týskarar koyra á

Hóast eingin veruliga hevði roknað við teimum hesaferð, so hava teir enn einaferð vunnið seg fram millum tey seinastu fýra

HM-fótbóltur

Tað er prógvað ofta, og inniverandi HM-kapping er enn ein staðfesting av, at Týskland mest sum altíð stendur seg væl í HM-høpi.
Undan hesi kappingini hevði mest sum eingin veruliga roknað við teimum, men teir vunnu seg sannførandi úr bólkaspælinum, og nú tykjast teir saman við Brasilia at vera besta boðið uppá ein komandi heimsmeistara.
Fríggjadagin leiktu teir fjórðingsfinalu móti USA, og sum væntað, so megnaðu teir eisini at vinna hesa, men leingi stóð tó heilt nógv á.
Serstakliga var USA við yvirlutan fyrsta hálva tíma, men í einum trimum førum sýndi Oliver Kahn, hví hann verður mettur sum heimsins besti málverji, og so gekk tað, sum tað so ofta hevur gjørt. Týskland, sum hevur skorað lutfalsliga nógv mál við høvdinum, fekk enn eitt av slagnum, tá Michael Ballack var fyrstur á frísparksinnleggi, og frá somu løtu vóru tað týskarar, sum stýrdu dystinum.
Einstakar ferðir lógu amerikumenn framvið, men teir gjørdust ov stuttir, og tó at ein fjórðingsfinala fyri teirra viðkomandi er eitt flott avrik, so mundu teir tó vera vónbrotnir um, at tað ikki eydnaðist teimum at avgera, tá teir høvdu møguleikan til tess.

Týsklan-USA 1-0 (1-0)
1-0: Michael Ballack, 39