Týskarar í HM-finaluni

Fáur hevði væntað at sæð týskarnar í finaluni um heimsmeistaheitið, men hetta er nú ein veruleikið. Finalan verður tó uttan stórspælaran Michael Ballack.

HM fótbóltur

So hendi tað aftur, uttan at hava spælt serliga sannførandi, hevur Týskland vunnið seg fram til HM-finaluna sunnudagin. Týsdagin spældu teir hálvfinalu móti verttjóðini, Korea, og vunnu við einum máli ímóti ongum. Dysturin var ikki serliga væl leiktur og langt var ímillum málmøguleikarnar. Tað eyðnaðist tó týskarnum at skora, tá miðvallarin Michael Ballack í 75. minutti fekk bóltin framvið koreanska málverjanum. Liðfelagin í Leverkusen, Oliver Neuville, stóð fyri uppspælinum, tá hann breyt ígjøgnum í høgra borið og legði innfyri til ein fríðan Ballack. Korea royndi at trýsta týskaranr seinastu minuttirnar, men týskarnir hildu skansan, og eru nú í finaluni á fimta sinni.

Ballack ikki við í finaluni
Týski málskjýttin Michael Ballack, ið skiftir til Bayern Munchen eftir HM, verður ikki at síggja á vøllinum sunnudagin. Í dystinum ímóti Korea fekk hann sítt næsta gula kort í kappingini, og er sostatt leikbannaður. Ballack, ið hevur stóran týðning fyri týska liðið, var sjálvsagt vónbrótin, men fegnaðist um, at liðið hevði spælt seg í finaluna. ? Hetta er ein stórur sigur fyri týsku fótbóltstjóðina, segði Ballack eftir dystin.