Týskarar í hjallinum hjá Jóannesi

Ymiskir kunnu mátarnir vera, hvussu føroyingar vilja møta útlendsku ferðafólkunum, sum koma til Føroya.

Leygardagin vitjaði ferðamannaskip Runavíkar havn við stívliga 800 ferðafólkum umborð. Ymiskir kunnu mátarnir vera, hvussu føroyingar vilja møta útlendsku ferðafólkunum, sum koma til Føroya.

 

Jóannes Símunarson Hansen í Saltangará dugir væl at hava við fólk at gera, og hann er óførur at ferðast út til tey gomlu og avlamnu at samskifta, spæla og spæla tónleik fyri teimum.

 

Nú ferðamannaskipið vitjaði Runavíkar havn, vísti hann eisini trimum av teimum, ið við vóru - trimum týskarum - blíðskap á sín sermerkta hátt.

 

Jóannes Símunarson Hansen sigur á sínari facebook-síðu, at hann hevði eina hugnaliga løtu saman við hesum ferðafólkum leygardagin.

 

- Vit vóru eisini inni á gólvinum og fingu kaffi frá Sæunn (sum er kona Jóannes), hugdu eftir grind, spiki og skerpikjøti í hjallinum.

 

Hann sigur, at tey eisini vóru ein túr í Rituvík og hugdu eftir minnisvarðanum yvir Anton Olsen, og tey stukku inn á gólvið í eldrasambýlinum Vesturskini á Toftum.

 

Gestablíði Jóannes Símunarson Hansen sigur, at tey eisini gjørdu eitt legg út á Eystnes, har hann tók harmonikuna fram og spældi onkran góðan.

 

- "Wunderbar", hildu tey fyri. 
Hetta høvdu tey ikki upplivað áður. Tey fóru væl nøgd upp eftir landgongini, og kanska tey fortelja okkurt gott um okkum og land okkara. Tað var endamálið við tí heila.

 

Soleiðis skrivar Jóannes Símunarson Hansen um hesa løtuna saman við týsku gestunum leygardagin.