Týskarar gera dokumentarfilm um Landskrona

Fótbóltsdysturin í Landskrona hin 12. september í 1990 er ikki gloymdur. Týska sjónvarpsrásin ARD er farin undir upptøkurnar til ein dokumentarfilm um landsdystin, tá Føroyar vann 1-0 á Eysturríki.

Sendingin verður um dystin og ávirkanina, sum úrslitið hevði á føroyskan fótbólt og tjóðina Føroyar.

Týska sjónvarpsliðið var í Føroyum í farnu viku, har týsku fjølmiðlamenninir prátaðu við Jens Martin Knudsen, Allan Mørkøre og Kaj Leo Johannesen, sum vóru við í føroyska hópinum. Teir prátaðu eisini við Christian Andreassen, formann í Fótbóltssambandinum, um gongdina í føroyskum fótbólti seinastu 20 árini.

Sjónvarpsliðið frá ARD hevur eisini prátað við Toni Polster, sum var víðagitin framherji og Josef Hickersberger, sum varð sagdur úr starvinum sum eysturrískur landsliðsvenjari aftaná dystin.

Upptøkurnar verða nýttar til tveir dokumentarfilmar. Ein á tólv minuttir, og ein á tríggjar minuttir.

Tað boðar Fótbóltssambandið frá í dag.