Týskarar farnir til arbeiðis

Í Týsklandi eins og í flestu øðrum londum í Vesturevropa hevur arbeiðsloysið verið minkandi tey seinastu árini. Hagtølini um ársskiftið vístu, at á nýggjárinum høvdu 3,4 milliónir týskarar einki arbeiði. Tað svarar til, at arbeiðsloysið er 8,1 prosent. Tað ljóðar kanska av nógvum samanborið við okkara viðurskifti, men næstseinasta ársskiftið vóru meiri enn fýra milliónir týskarar arbeiðsleysir, og tá var prosentið 9,6, skrivar Ritzau.