Týskarar fáa prik úr Brasil

Takk fyri seinast: Í Brasil hava tey ikki gloymt eyðmýkingina fyri fýra árum síðan.

Í Brasil hava tey ikki gloymt hálvfinaluna í HM fyri fýra árum síðani, tá ið Brasil – á egnum heimavølli – varð húðflongt heili 7-1. Eitt slag av hevnd fekk Brasil í dag, tá ið Týskland púra óvæntað varð varpað úr HM.


Les eisini: HM-skelkur: Svøríki víðari – Týskland úti!


Týskland reyk úr HM við 2-0-tapi fyri Suðurkorea í dag, og tað gingu ikki nógvir minuttir til stóra sjónvarpsrásin, FOX Sports Brasil, hevði eina heilsan til týskarar á sínum almenna Twitter-vanga. Tweetið sæst á myndini omanfyri.


Tað er ikki til at fara skeivur av hvønn tweetið er stílað til, og tað fær dygga undirtøku frá teimum 1,59 millión fylgjarunum. Tað er lagt út fyri trimum korterum síðan, og longu nú hava 33.000 dámt og 26.000 hava deilt.


Ikki sørt djarvt er tað av FOX Sports Brasil at leggja hetta út, tí Brasil hevur enn ikki tryggjað sær víðari luttøku í hesum HM. Tað kunnu teir í kvøld kl.19, tá teir spæla ímóti Serbia.