Kim Simonsen
Almenn bókarframløga var í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 9. november kl. 19.30. Tá var søgusavnið við føroyskum týðingum til týskt ”Von Inseln weiß ich - Geschichten von den Färöern”, sum tað sveisiska forlagið Unionsverlag hevur latið geva út, lagt fram.
Bókin var løgd fram á almennari samkomu. Tað eru granskarnir í norðurlenskum Verena Stössinger og Anna Katharina Dömling, ið hava skipað og ritstjórnað útgávuni.
Tær tosaðu hetta kvøldið um hvussu henda bókin er íkomin og løgd til rættis.
Ein antologi
”Von Inseln weiß ich - Geschichten von den Färöern”, er ein antologi við týddum stuttsøgum og stuttprosa. Hon er 381 síður long.
Inngangur er eftir William Heinesen kallaður ”Nasse Heimat” (Våd hjemstavn), sum í føroyskari týðing eftir Heðin Brú eitur ”Vátt heimbýli”.
Við eru síðani síðan 27 søgur og aðrir stutttekstir. Hesir eru sum heild skipaðir í tíðarrøð ella í evnisligum samanhangi.
Fyrstu søgurnar er søgnin um Beintu, kalla ”Die Sage von Beinta und Peder Arrheboe” (Beintu og Peder Arrheboe), sum dr. Jakob Jakobsen hevur skrivað upp. Søgur eru eftir Regin í Líð,
Andreu Reinert (Andreu í Norðradali). Her er søgan ”Abal” (Ábal) eftir Sverra Patursson,
»Bekka« (Bekka) eftir Petru Djurhuus. Søgur eftir Martin Joensen og óføra stuttsøgan
”Don Juan fra Tranhuset” eftir William Heinesen. Her eru brot úr skaldsøguni hjá Kristian Osvald Viderø. Søgur eftir Eilif Mortansson, Heðin Brú, Jens Paula Heinesen, Steinbjørn B. Jacobsen, Karsten Hoydal og søgan ”Liebeskummer” (Hjartasorg) eftir Gunnar Hoydal og ”Weit weg und blass” (Fjarur og følin) eftir Gunnar Hoydal. Oddvør Johansen, Hanus Kamban, Ebbu Hentze,
Lydia Didriksen, Jóanes Nielsen, Carl Jóhan Jensen eru við. Eisini er stuttprosa og søgur við eftir
Tórodd Poulsen (Reglur), Rakel Helmsdal, Elias Askham, og Marjuna Kjelnæs.
Verena Stössinger og Anna Katharina Dömling, sum standa fyri útgávuni, hava eisini skrivað eitt fródligt »Nachwort« (ein eftirmála), har sum lesararnir fáa at vita um Føroyar, um land og fólk, um føroyskan skaldskap og bókmentir, søguliga sæð, ein yvirlitsgrein v.ø.o.
Tað eru nógvir týðarar, so sum Renke Borchert, Kirsten Brix, Ernst Krenn, Inga Meincke, Gisela Perlet, Birgit Remmel og Detlev Wildraut.
Hetta var hugnaligt kvøld, har Verena Stössinger og Anna Katharina Dömling løgdu
»Von Inseln weiß ich ...« fram.
Gunnar Hoydal og Malan Marnersdóttir fara eisini at siga nøkur orð um útgávuna og um týðing. Serliga komu tey inná, at tað er bæði gleðiligt at ein slík bók kemur, og syrgeligt, at vit ikki hava ein ella annan útgávupolitikk, har vit sjálvi kunnu standa fyri slíkum útgávum.