Tí skalt tú ikki brúka snooze-knøttin

Vit kenna øll til tað. Vekjarin hevur sagt frá, at tú skalt upp, men tú trýstir líka á sonevnda snooze-knøttin eina ferð ella nakrar ferðir og fært 10 ella 20 minuttir afturat við løttum svøvni.

Men hetta er ikki so snilt, sum tú heldur, og tú eigur at gevast við tí beinanvegin.

Tað heldur í øllum førum serfrøðingur í svøvni, sum danska sjónvarpsrásin TV2 hevur tosað við.

- Tað ávirkar minnið, konsentratiónina og kenslurnar at snooza, og tí passar tað, tá ið tað verður sagt ”You snooze you lose”, sigur Michael Rasmussen við TV2.

- Snoozar tú tvær ella tríggjar ferðir, áðrenn tú fert upp, so órógvar og fragmenterar tú svøvnin hjá tær. Tað órógvar heilan og kroppin, og tín døgnrútma verður ávirkað.

- Tað er nógv betur at seta vekjaran 20 minuttir seinni og fáa meira samanhangandi svøvn. Tað gevur betri lívsgóðsku og ein betri gerandisdag, sigur Michael Rasmussen.