Tú skalt bara vera tú sjálvur og vísa teg frá tínari bestu síðu.
Soleiðis kundu góð ráð ljóða til fólk, sum skal til starvssetanarsamrøðu.
Men sambært danska sálarfrøðinginum Lars Lundmann snýr tað seg als ikki um tað.
Lars Lundmann hevur útgivið nýggja bók við heitinum »Du skal ikki være dig selv«, og har greiðir hann frá støðuni, tá ið størv skulu setast, og hvussu umsøkjarin best kemur burtur úr einari starvssetanarsamrøðu.
– Tú skalt ikki vera tú sjálvur í einari starvssamrøðu. Tú skalt vera tann persónurin, sum tann, ið setur starvið, dámar, sigur Lars Lundmann við TV2.
– Í einari samrøðu um eitt starv tosar tú ikki við eina fyritøkur, tú tosar við eitt ella fleiri fólk, sum skulu seta starvið. Slík samrøða skuldi verið um arbeiðið og førleikar, men fólk eru menniskju, og teirra meting er subjektiv. Tí er starvssetanarsamrøðan ikki professionell, men sosial, sigur sálarfrøðingurin.
Fyrireiking
Lars Lundmann heldur, at umsøkjarin skal royna at geva tí, sum stendur fyri setanarsamrøðuni, so góða og jaliga fatan av sær sum gjørligt, og tað kann hann gera við at kanna, hvørji áhugamál spyrjarin hevur. Tað kann eitt nú gerast við hjálp frá sosialum miðlum.
– Um viðkomandi til dømis hevur áhuga fyri golf, brúka so tað í setanarsamrøðuni. Tú kanst tosa um at vera úti í náttúruni, at fáa fríska luft og annað. Á tann hátt líkist tú tí, sum hevur setanarsamrøðuna, og tað fær viðkomandi at dáma teg betur, sigur Lars Lundmann við TV2.
Sálarfrøðingurin heldur, at besti hátturin at takla eina setanarsamrøðu er at skapa eitt jaligt samband við tann, sum stendur fyri samrøðuni. Tað gevur umsøkjaranum størri møguleika at fáa starvið.
Ósamd
Øll eru ikki samd við Lars Lundmann í hansara tulking av starvssetanarsamrøðuni. Unique Human Capital er fyritøka, sum finnur fólk til tøk størv í Danmark, og ein av teimum, sum hevur setanarsamrøður, er ráðgevin Belinda Bramsnæs.
– Tú kanst kanna headhuntaran og vit alt um viðkomandi, men tað er ikki tað, setanarsamrøðan snýr seg um. Tú skalt heldur royna at vera besta útgávan av tær sjálvum og vísa, at tú veitst nógv um fyritøkuna, sum tú vilt arbeiða fyri, sigur hon við TV2.
Lars Lundmann roynir hinvegin at undirbyggja sína fatan við at geva ítøkiliga dømi um, hvussu umsøkjarar kunnu snúgva sær í sambandi við starvssetanir. Í nýggju bók síni gevur hann lesarum amboð og ráð í sambandi við starvssetanir, og hansara høvuðsniðurstøða er, at hóast tú ikki hevur rætta cv’ið ella røttu persónligheitina, kanst tú kortini koma upp á tal til nógv størv.

Tú skalt ikki vera tú sjálvur












