? Tú skalt duga at meta um litirnar

Føroyavitjanin hjá Olaf Berg Nielsen í 1978 gjørdist nógv longri enn æltað, og seinastu 15 árini hevur hann havt egna prentsmiðju í Klaksvík

 

Tá danin Olaf Berg Nielsen kom til Føroya í 1978 skuldi hann bara verða her í tvey ár Men Olaf býr framvegis í Føroyum, og seinastu 15 árini hevur hann havt egna prentsmiðju og lýsingavirki í Klaksvík.

Olaf kom til Føroya í sambandi við tilknýti sítt til Jehova Vitni.

? Vit trivust so væl í Føroyum, at vit vórðu verandi her, sigur Olaf.


Serliga norðoyingar

Olaf Berg Nielsen hevði útbúgving sum typografiskur prentari, tá hann kom til Føroya, og hann starvaðist í seks og eitt hálvt ár á Norðlýsinum.

Síðani var hann í hálvtannað ár á 14. September, áðrenn hann í 1986 fór undir sítt egna virki.

Olaf Berg Nielsen hevur framvegis prentsmiðjuna og lýsingarstovuna sum kallast Norðoya Reklama, og hann hevur ovmikið at gera í hesum døgum.

? Mínir kundar eru serliga norðoyingar, men tað eru eisini aðrir kring landið, sigur Olaf.


Litir og skriftir

Olaf Berg Nielsen hevur drúgvar royndir sum prentari, og hann hevur eisini fylgt við í fakinum, síðani hann fekk útbúgving sína.

Í dag prentar hann alskyns prentlutir fyri fólk og fyritøkur.

? Tað er týdningarmikið, at ein prentari dugir at meta um litirnar, og hann skal eisini duga at brúka skriftir skilagott, heldur Olaf.

Norðoya Reklama liggur í Nólsoyar Pálsgøtu í Klaksvik.