Tí skal tú velja E621 frá

E621 - mononatriumglutamat - lær teg tað uttanat og vel matvørur, sum innihalda hetta evni, frá.

Tað mælir høvundin Mats-Eric Nilsson øllum brúkarum at gera.

E621 er ein tann vanligasti smakkstyrkjarin og verður nógv brúktur í virkisframleiddum mati, sum til dømis pulvursósum, livurpostei, chips, soju, sitrónpiparið osfr.

Teir heilsuvandar, ið E-621 er kent fyri at elva til, er ovurviðhvæmi, ið vísur seg sum høvuðpínu, tryst yvir bringuna, sveitta, bróstsviða, ørilsi og spýggju. Kann eisini verða ósunt fyri børn at eta.