Klokkan verður nakað yvir ellivu áðrenn riðil fýra, sum Pál Joensen er ein partur av, kavar í OL hylin.
Tað hevur verið eitt sindur av misskiljing kring tíðunum, tá Pál Joensen skal svimja. Til stafettina var tíðspunktið flutt fram kvøldið fyri. Innleiðandi umførini til 1.500 metra frí svimjingina byrja klokkan 10.24 í dag.
Pál Joensen kemur tó ikki í hylin fyrr enn klokkan er farin nakað av ellivu. Tað er fýra riðlar og Pál Joensen er í fjóða riðli. Kvalifikatiónsstíðirnar vísa at tað verður í minsta lagi eitt korter av beinleiðis svimjing fyri hvønn riðil. Hartil skal tíðin tað tekur av skifta riðil eisini takast við.
Siga vit at tað tekur eitt korter at avgreiða hvønn riðil, so verður klokkan nakrar minuttir yvir ellivu áðrenn riðil fýra við Pál Joensen fer avstað. Hetta eru bert metingar hjá portalinum og tí skal einki takast fyri givið.
Eisin ber til at fylgja við á almennu heimasíðuni hjá OL HER.










