Tí skal klokkan flytast

Í nátt skulu vit minnast at flyta klokkuna. Lesið her orsøkina til, hví klokkan skal flytast.

Nú er nakað væl liðið út á heystið, og tað merkir, at vit skulu flyta klokkuna aftur til vanliga tí – eisini kalla vetrartíð.

Niðanfyri kanst tú lesa um, hví klokkan verður flutt:

– Á hvørjum heystið verður klokkan flutt ein tíma aftur, so vit fáa vanliga tíð aftur, eisini kallað vetrartíð, eftir sjey mánaðir við summartíð.

– Formliga altjóða heitið fyri vetrartíðina er UTC. Tað er tað sama, sum vit fyrr nevndu Greenwich Mean Time – GMT.

– Summartí er frá síðsta sunnudegi í mars til síðsta sunnudag í oktober.

– Um heysti skal urið flytast ein tíma aftur frá klokkan 03 til klokkan 02. Vit fáa við øðrum orðum ein eyka tíma hetta samdøgrið. Um várið skal klokkan flytast ein tíma fram frá klokkan 02 til klokkan 03.

– Úrslitið av tí verður, at tað verður ljósari, tá vit fara til arbeiðis mánamorgunin í mun til síðsta mánamorgun.

– Umleið 70 lond hava skipanina við summartíð.

– Summartíð var fyrstu ferð sett í gildi í Eysturríki og Týsklandi í 1916 fyri at spara orku og harvið olju, sum trot var á vegna Fyrsta Veraldarbardagar.

– Fleiri lond í Evropa fylgdu eftir.

– Summartíð kom í gildi í Danmar aftur frá 1940 til 1948 – og Føroyar høvdu eisini summartíð undir krígnum, og harvið somu klokku sum ongland.

–Galdandi skipan við summartíð hjá okkum hevur verið í gildi síðani 1980.

– Eftir eina standardisering í ES í 1996 hevur summartíð verið frá síðsta sunnudegi í mars til síðsta sunnudag í oktober.

– Reglarnar um summartíð eru ásettar í ES-direktiv 2000/84/EF. Sambært direktivinum skal ES-nevndin fimta hvørt ár almannakunngera, nær summartíð byrjar og endar fyri komandi fimm árini.

/ritzau/