- So, hevur man eisini roynt hetta. Smakkar ótrúliga væl sum búffar á pannuni.
Tað sigur Hjaltur Poulsen, skipari á frystilínuskipinum Ågot, sum er í Grønlandi og tekur imóti svartkalva. Meðan hann, kona og dóttir hava hildið frí í Umanak, hevur skiparin verið og skotið kóp saman við grønlendingum.
Og tað er kópabúffurin, hann sipar til, sum smakkar væl, stoktur á pannuni.
Skinnið varð skorið av stóra kópinum, og hetta hongur nú, soleiðis sum størra myndin vísir, til turkingar.
- Eitt sindur av spæli má vera. Tað er ov tíðliga at gerast gamal, heldur Hjaltur Poulsen fyri, sum hevur upplivað nógv í Grønlandi saman við sínari manning og seinni eisini í Umanak saman við konu og dóttir.
Hjaltur Poulsen ætlar sær at hava stóra kópaskinnið heim við sær, tá skipið stevnir heimaftur til Føroya um mánaðarskiftið, oktober/ november.
- Helst fer kópaskinnið at liggja á stovugólvinum. Tað grønlendska navnið fyri hesar kópar, er “gólvteppi”. Annars siga grønlendingar, at hesir kókarnir kunnu gerast nógv størri, sigur skiparin á Ågot.
Saman við konu síni, Mariu, sum nú er kokkur umborð og dóttrini, Steintóru, verða tey nú øll umborð á Ågot tær næstu vikurnar.