Týska verjan sveik

Toppdystur var í Klagenfurt í kvøld, har Kroatia og Týskland brustu saman. Eftir eina flúgvandi byrjan skuldi týska álopið standa sína roynd ímóti stinnu kroatisku verjuni.

Verjan á týska landsliðnum er av nógvum spádd at vera veiki liðurin á týska landsliðnum, og tað var júst týska verjan, ið gav Kroatia leiðsluna. Eftir eitt gott innlegg úr vinstru síðu fekk Darijo Srna fótin á bóltin, sum endaði í netinum og legði Kroatia á odda 1-0.

Eftir at hava sitið á tí mesta fyrru løtuna í seinna hálvleiki, eydnaðist tað Kroatia at økja um leiðsluna. Hetta var eitt heldur heppið mál, har Ivica Olić kom at standa púra fríur frammanfyri týska málinum.

Týskland kom síðstu løtuna betur við í dystin, og teir fingu eisini minkað um munin. Við sínum triðja máli var tað Lukas Podolski, sum gjørdi støðuna til 2-1. Týskland kom ikki tættari enn hetta, og í síðstu løtu settu teir eitt gott punktum á vánaliga avrikið, tá ið innskifti Bastian Schweintsteiger fekk reytt fyri at hava sligið ein kroatiskan leikara.

 

Kroatia liggur nú sera væl fyri í bólki B, og er so gott sum víðari. Týskland skal nú helst fáa sigur í seinasta bólkadystinum, sum verður ímóti Eysturríki.

 

Kroatia - Týskland 2-1(1-0)

1-0 Darijo Srna, 24.

2-0 Ivica Olić, 62.

2-1 Lukas Podolski ,79.