Týska landsliðið úttikið

Týski landsliðsvenjarin, Joachim Löw, hevði nøkur óvæntað nøvn við á listanum, tá ið hann í dag úttók teir 27 leikararnar til bruttohópin, sum nú fer at fyrireika seg til EM-endaspælið í summar.

 

Stjørnuleikarar sum Mesut Özil, Mario Götze og Mario Gomez eru sum vera man við í hópinum, men hesaferð er eisini pláss fyri eitt nú Mönchegladbach-málmanninum Marc-Andre ter Stegen, miðvallartalentinum Julian Draxler úr Schalke 04 og Marcel Schmelzer, sum júst er vorðin meistari við Borussia Dortmund.

 

Týski bruttohópurin sær soleiðis út:

 

Málmenn: Manuel Neuer (Bayern München), Marc-Andre ter Stegen (Borussia Mönchengladbach), Tim Wiese (Werder Bremen) og Ron-Robert Zieler (Hannover 96).

 

Verjuleikarar: Jerome Boateng, Holger Badstuber, Philipp Lahm (allir Bayern München), Per Mertesacker (Arsenal), Mats Hummels (Borussia Dortmund), Benedikt Höwedes (Schalke 04) og Marcel Schmelzer (Borussia Dortmund).

 

Miðvallarleikarar: Mesut Özil, Sami Khedira (báðir Real Madrid), Toni Kroos, Thomas Müller, Bastian Schweinsteiger (allir Bayern München), Marco Reus (Borussia Mönchengladbach), Mario Götze, Ilkay Gündogan, Sven Bender (allir Borussia Dortmund), Lars Bender (Bayer Leverkusen), Andre Schürrle (Bayer Leverkusen), Julian Draxler (Schalke 04) og Lukas Podolski (1. FC Köln).

 

Áleyparar: Cacau (VfB Stuttgart), Mario Gomez (Bayern München) og Miroslav Klose (Lazio).