Síðan 1997 hava nógvir bilførarar og onnur ferðandi verði atsøkt av ránsmonnum, ið hava tikið teirra ognarlutir, meðan bilarnir hava staði á týsku rastiplássunum. Hetta er galdandi fyri øll sløg av bilum, frá persónbilum til campingbilar. Ránsmennirnir, ið fyri tað mesta koma úr Suðurevropa, gera mest um seg um næturnar, tá teir bróta inn í bilarnar og stjala pening, kreditkort, fartelefonir og aðrar virðislutir. Týska løgreglan hevur styrkt um eftirlitið við motorvegirnar og rastiplássini. Tað sum bilførarar og tey ferðandi skulu ansa eftir, er, at læsa bilin og minnast til at allir rútarnir eru afturlatnir, at goyma virðislutirnar ella hava teir hjá sær. Eisini ber til at seta alarmskipan í bilin. Set altíð bilin á væl upplýst støð á parkeringsøkinum. Tey, sum koma út fyri at herverk er framt móti teimum, skulu siga frá á alarmtelefonini hjá týsku løgregluni.