Stýrisskipanardómstólurin í Týsklandi hevur nú kunngjørt, at tað er í lagi, at Týskland letur Grikkalandi og øðrum skuldartyngdum evrulondum fleiri milliardir í hjálp. Men dómstólurin leggur afturat, at samveldistingið skal hava størri ávirkan á komandi hjálparpakkar.
Altjóða fíggjarmarknaðurin hevur bíðað við spenningi eftir avgerðini hjá týska stýrisskipanardómstólinum.
Dómstólurin, sum heldur til í býnum Karlsruhe, hevur tikið støðu til tríggjar kærur frá nøkrum búskaparprofessarum, sum royndu at forða Týsklandi at taka lut í teimum stóru hjálparpakkunum. Professararnir vildu vera við, at hjálpin stríðir ímóti týsku grundlógini og ES-sáttmálunum, men teir fingu ikki viðhald.