Nýggj hagtøl vísa, at arbeiðsloysið í Týsklandi er minka rættiliga nógv í hesum mánaðinum. Í mars var arbeiðsloysið í Týsklandi 8,5 prosent, men nú vísa tølini, at tað er minkað niður á 8,1 prosent, skrivar DPA.
Tað merkir, at teir arbeiðsleysu týskararnir eru 162.000 færri nú enn fyri einum mánað síðani.
Stjórin í týsku arbeiðsávísingini, Frank-Jürgen Weise, sigur við DPA, at várið hevur roynst týska arbeiðsmarknaðinum munandi betur enn væntað. Hann ásannar tó, at enn eru 3,4 milliónir týskarar arbeiðsleysir.










