Tá skálamenn aftur blivu bukaðir...

Fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum varð Skála eyðmýkt í Gundadali av HB. Hesa ferð gjørdist úrslit 6-1, og skálamenn líktust á ongan hátt einum liði, ið vil sleppa undan niðurflyting

Fótbóltur

 

Í fyrsta leikumfari tapti Skála heili 8-1 í Gundadali ímóti HB. Í gjár vitjaðu teir aftur í høvuðsstaðnum, og hesa fer vóru teir bukaðir við 6-1 av teimum reyðu og svørtum. Nei, á útívølli ímóti HB trívast skálamenn ikki.

Skála stríðist í løtuni fyri at sleppa undan niðurflyting í Formuladeildini. Men tað sást als ikki aftur í gjárskvøldið. Hóast gestirnir royndu í fyrra hálvleiki, var avrikið alt ov ússaligt. Og so blivu skálamenn aftur hølvaðir av.

 

Gott dómaraavrik

Tað er einki dulsmál, at Rúni Gaardbo hevur verið fyri stórum ágangi seinastu mánaðirnar. Tey allar flestu vilja verða við, at hansara dómaraavrik ikki hava verið nøktandi. Men í gjár hevði hann ongar trupulleikar.

Rætt varð dømt, tá hann í tveimum førum peikaði á brotssparksblettin. Og annars kann fingurin ikki setast á nakra avgerð. Tað skal eisini leggjast afturat, at tað ikki var torførasta uppgávan at døma dystin í gjár. Leikararnir gjørdu ikki nógv av, og nærdystirnir vóru fáir.

 

Andrew í hopla

Andrew av Fløtum var hin mest eyðsýndi í gjár. Framherjin stóð fyri trimum av málunum, og hann átti næstseinasta fótin á tí fjórða. Flottasta málið kom eftir einum hálvum tíma, tá hann – staddur eitt sindur í høgru – av brotssteigarmarkinum sendi í handara málhorn. Ein sonn perla.

Tað tykist sum, at Andrew av Fløtum er um at koma seg nú. Avrikini vóru sera skiftandi í byrjanini, sum millum annað høvdu við sær, at hann misti landsliðsplássið. Í Klaksvík sunnudagin, og somuleiðis í gjár, stóð hann seg sera væl. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, kundi hann skotið sítt fjórða mál, men úr ellivu metrum sendi hann í tvørtræið.

Sámal Erik Hentze varð fyri góðum mánað síðan settur sum hjálparavenjari í HB. Síðan tá eru teir reyðu og svørtu ósigraðir, og út frá úrslitinum kann staðfestast, at setanin hevur havt positiva ávirkan.

Hendrik Rubeksen var tvær ferðir á blettinum, meðan innskifti Johan Ejvind Mouritsen eisini kom á máltalvuna.

 

Lítið sannførandi

Skálamenn eru trýstir í løtuni. Seks stig eru til bjargingina, nú átta dystir eru eftir. Eftir avrikinum í gjár at døma, so er Skála á ongan hátt til reiðar. Men í gjár var talan um ein so nevndan off-day.

Sunnudagin stóðu teir seg væl á sama graslíki ímóti B36, men í gjár var tað ikki nøktandi. Málið, sum Andrew av Fløtum gjørdi tíðliga í seinna hálvleiki, fullkomiliga tók luftina úr teimum orangelittu. Og seinasta hálva tíman var stríðsviljin lítil. Og tá innskifti Obele Okeke Onyebuchi púra einsamallur við málverjan sendi beint í føvningin á Marcin Dawid var skommin staðfest.

Komandi uppgávan hjá Skála er klaksvíkingar á heimavølli. Tvey lið, sum hava ligið í tungum sjógvi higartil. Eitt er í øllum førum vist: skálamenn hava stóran tørv á stigum nú.