Á myndini oman fyri sæst týska vespudrotningin Vespula germanica. Hesa týsku vespudrotningina funnu nøkur børn uttan fyri skúlan á Viðareiði 14. februar. Tey hava sett seg í samband við djórakennaran Jens-Kjeld Jensen, sum skrásetur smákykt, sum vera funnin í Føroyum.
- Hetta er fyrstu ferð, at hetta vespuslagið er funnið í Viðoy, og hetta er eisini óvanliga tíðliga á árinum. Vit vita bert um eitt stað, har Vespula germanica ynglaði í 2018, og tað var í Klaksvík, stendur skrivað á heimasíðuni hjá Jens-Kjeld Jensen.