Bayern Munchen hevur undan Champions League hálvfinaluni í kvøld kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við Mario Götze, sum spælir við arvafíggindanum Borussia Dortmund.
20 ára gamli Mario Götze verður mettur sum eitt tað størsta talentið í týskum fótbólti. Millum annað megnaði hann at skora móti føroyska landsliðnum, tá Týsklandi vann 3-0 í Hannover í fjør.
Hann hevur verið ein týðandi partur av Borussia Dortmund, sum hevur vunnið týska meistaraheitið tvey ár á rað. Í ár hevur Bayern Munchen tó sett seg tungt á týsku landskappingina og hevur longu tryggja sær meistaraheitið.
Bayen Munchen hevur keypt Mario Götze fyri áleið 278 milliónir krónur. Tað stóð í sáttmálanum, at bjóðaði onkur tær áleið 278 milliónir krónurnar fyri miðvallaran, so kundi Borussia Dortmund ikki siga nei
Mario Götze er nú í tí støðu, at hann kann í eini møguligari Champions League finalu móti Bayern Munchen, skula spæla móti sínum komandi arbeiðsgevara.
Í Dortmund meta tey, at tað er óheppið, at skiftið er blivið kunngjørt dagin fyri fyrru Champions League hálvfinaluna móti Real Madrid.
Bayern Munchen skal í kvøld klokkan 19.45 spæla móti Barcelona.









