Marjus Dam,
løgtingsmaður
At hesin skal viðmerkja veljarakanningina undrar almikið. Og eisini kann sigast, at um hann var til próvtøku, so hevði hann fingið eitt reint 00 fyri viðmerkingarnar. Tær vóru so heftar at Tjóðveldisflokkinum, at tað var heilt óneyðugt at lata Høgna Hoydal viðmerkja kanningina fyri Tjóðveldisflokkin. Tað hevði Sjúrður Skaale longu gjørt fyri sín flokk. Jú, segði hann. Tað at Karstin Hansen var farin úr Tjóðveldisflokkinum, var eitt satt kupp fyri Tjóðveldisflokkin, ið nú var heilt samdur sum flokkur. Ja, so vita vit tað – vit sum dagliga hoyra innanhýsis buldri frá hesum flokki!
Hann segði víðari, at Sambandsflokkurin hevði ein stóran leiðslutrupulleika, Edmund, Lisbeth, Kaj Leo.
Sum løgtingslimur kann eg bert vísa hesum aftur.
Sambandsflokkurin hevði og hevur góða leiðslu. Eg havi arbeitt saman við Edmund, Lisbeth og Kaj Leo. Tað gekk og gongur væl við samstarvinum í flokkinum, og vit kunnu allir/øll sita á fundi og tosa saman um eitthvørt mál. Tað kann eg siga Sjúrða Skaale. Og hvussu kann Sjúrður Skaale greina allar aðrar veljarakanningar, ið hava verið undan hesari? Har Sambandsflokkurin hevur ligið sera væl í kanningum. Hevur leiðslutrupulleikin stungið seg upp fleiri ár eftir at formenn eru skiftir út?.
Eftir míni hugsan so dumpaði Sjúrður Skaale við einum reinum 00 (null null) sum óheftur viðmerkjari. Og kringvarpið kann tí ikki nýta hendan dumpikandidat til viðmerkjara framyvir. Um teir gera tað- so hava vit helst ein Putin trupulleika við Kringvarpi Føroya – nakað ið okkara nýggja lóg á økinum kann taka sær av.










