Fólkatingsvalið er farið afturum, og bæði føroysku umboðini funnin. Tað serliga við valinum var, at Javnaðarflokkurin stakk stevnið framum og tryggjaði sær annan sessin. Nakað, sum kom óvart á tey flestu.
Kortini átti ikki bert hetta at vakt ans. Fólkaflokkurin, sum í kanningum og av miðlunum varð mettur at fáa vána val, og av (politiska?) Polimetrinum skírdur ikki at vera til reiðar til fólkatingsvalið, gjørdi aftur øllum til skammar og lá bert millimetrar frá at gerast triðjstørstur tá avtornaði.
Hetta átti sjálvsagt at verið eini tíðindasøgu vert, men so var ikki. Frammanundan valinum var jú ikki so lítið gjørt burturúr fyri at promovera onnur, sum kundu hugsast at nápa frá Fólkaflokkinum. Nakað, sum lutvíst eisini eydnaðist.
Toppskorarin
Handan góða úrslitinum hjá Fólkaflokkinum lá eisini onnur sensatión og lúrdi. Toppskorarin hjá flokkinum, Annika Olsen, endaði við 1200 persónligum atkvøðum og lá ikki bert bátslongdir framman fyri allarflestu valevnini, men var hon um reppið at gerast næsta kvinnuliga umboð hjá føroyingum á Fólkatingi. Tað var søgan.
Í 1994 megnaði Marita Petersen, sála, at verða fyrst vald á javnaðarlistanum. Fólkaflokkurin streyk tó við sessinnum. Hesaferð bleiv so øvugt.
Næst Maritu gjørdist Lisbeth Petersen í 2001 fyrst valda føroyska kvinnan á Fólkatingi nakrantíð. Og nú gjørdist ágrýtna fólkaflokskvinnan sostatt triðja kvinna í Føroyum, sum kundi verið beinleiðis vald á danating.
Lagnunnar speisemi var tó, at tað var sokallaða liberala flísin, ið støkk av fólkafloksbulinum, sum í evstu løtu tryggjaði mannligt sosialistiskt umboð á danating. Umboð, sum nú er vorðið parlamentariskt grundarlag undir reyðari stjórn í Danmark. Ikki eiti á.
Soleiðis datt føroyska frílynta kvinnuliga umboðið burturímillum. Forðað av politiskari sjálvsókn og nú tagd burtur í miðlunum, sum annars vóru so ivaleysir í sínum metingum um Fólkaflokkin undan valinum.
Spell fyri borgarliga politikkin og harmiligt fyri Føroya Fólk.
www.djurholm.fo