Ein taksaførari er tann seinasti, sum hevur sæð Pidda á lívi, og hetta hendi hósdagin 3. november í fjør.??
Um 15-15.30 ringir Piddi til hendan taksaføraran, sum koyrir hann í Rúsuna. Seinni koyra teir báðir so ein biltúr, og eru heima aftur beint áðrenn klokkan 17.
Seinni aftur gera teir báðir so av, at gera ein góðan bita saman.??Teir steikja so búffar, gera sós og kóka epli, og eta síðani í køkinnum.
Seinni fara teir so inn í stovuna, har teir práta um leyst og fast.??Taksaførarin mintist ikki nágreiniliga, hvat teir tosa um, men børnini hjá teimum báðum var í hvussu er eitt tema.??
Vitnið greiddi frá, at hann var komin at kenna Pidda, tá teir hittust í einum føðingardegi, og teir høvdu verið væl síðani.??Tað hendi ikki ofta, at teir báðir ótu saman, men tað kom kortini fyri, og hetta var ikki fyrstu ferð.??
Taksaførarin segði, at Piddi hevði verið deprimeraður leingi, men hetta kvøldið var hann í góðum lag. Hetta er so eisini ein ábending um, at Piddi ikki hevur gjørt enda á sær sjálvum.??
Vitnið mintist ikki, júst nær hann var farin til hús, men hann var í hvussu er heima áðrenn klokkan 22, tí tá plagdi pápin at tørna inn, og hann var framvegis uppi. Piddi var sovnaður á sofuni, og taksaførarin kann vera farin heim so tíðliga sum 19-20 tíðina.??
Annars vórðu fólk í gjáramorgunin avhoyrd, sum kunnu greiða frá um tíðarskeiðið rundan um 1. til 3. november, tí sambært ákæruvaldinum skal kroatin hava beint fyri Pidda fríggjanáttina, 4. november.
Dámdi ikki ákærda
Ein av vinkonunum hjá fyrrverandi konu Pidda hevur givið frágreiðing í Føroya Rætti í gjáramorgunin. Hon býr á Gerðisvegi 28, bert fá hús frá Gerðisvegi 34, har Piddi búði.??
Hon fær at vita frá vinkonuni, at hon og ákærdi hava fingið húsini á Gerðisvegi 34, og at Piddi skal vera úti 1. november. Fyrrverandi kona Pidda sigur somuleiðis, at tað er ákærdi, sum hevur fingið hetta í lag.??Er Piddi ikki úti 1. november, fer politiið at tveita hann út.??
Men 1. november kemur og fer, uttan at nakað broytist á Gerðisvegi 34.
Hetta vitnið sær Pidda spáka aftur og fram, sum var einki hent. Hon sær, at ljós er framvegis í húsunum, og at Piddi ikki er farin út.??
Seinnapartin 1. november kemur fyrrverandi kona Pidda á vitjan og er rættiliga ørkymlað, tí Piddi ikki er farin úr húsunum, og tær báðar bíða spentar eftir, at politiið skal koma á staðið.??Men har kemur einki politi.??
Vinkonan segði í rættinum, at ákærdi hevði verið inni hjá henni tríggjar ferðir, og at hon beinanvegin fekk andstygd mótvegis honum.??Einaferð vóru vinkonan komin inn til hennara saman við ákærda, eina aðru ferð komu tey í føðíngardag hjá einum av børnum hennara, og eina triðju ferð kom ákærdi einsamallur eftir børnunum hjá fyrrverandi konu Pidda.?
?Ákærdi sjálvur segði, at hann bara hevði verið inni hjá vitninum, tá hann hevði verið eftir børnunum hjá unnustuni, so heldur ikki her var samsvar millum tað, sum ákærdi sigur, og hvat vitnir siga.