Týsdagin verður Tórbjørn Jacobsen fólkatingsmaður

Í gjár varð kunngjørt, at eitt einmælt Fólkating gjørdi av, at Tórbjørn Jacobsen frá týsdeginum 18. oktober at rokna skal loysa av Magna Arge sum fólkatingsmann fram til 31. desember.

 

Magni Arge avloysir frammanundan Høgna Hoydal, sum ikki fær røkt fólkatingsstarvið, so leingi hann er landsstýrismaður. Men Tórbjørn Jacobsen er ikki næstur á listanum, tí tríggjar kvinnur eru framman fyri hann – og eingin teirra fær røkt starvið. Tvær tær fyrstu eru landsstýriskvinnur og sleppa tí ikki at taka sæti á Fólkatingi. Tann triðja, Annita á Fríðriksmørk, kann heldur ikki røkja Fólkatingsstarvið, tí Tjóðveldi hevur gjørt av, at tingfólk floksins kunnu ikki røkja bæði løgtingsstarvið og fólkatingsstarvið samstundis. Annita á Fríðriksmørk sigur, at hon velur løgtingsstarvið fram um hetta avloysarastarvið á Fólkatingið.

 

Tórbjørn Jacobsen er ikki løgtingsmaður. Hann er borgarstjóri í Runavíkar kommunu. Men tann sessin hevur hann gjøgnum borgaralista í Runavíkar kommunu, tí sigur hann, at smatykt hjá Tjóðveldi er ikki galdandi fyri hann.

 

Runavíkar býráð skal tó geva honum loyvi at røkja fólkatingsstarvið samstundis sum hann er borgarstjóri.

 

Atkvøðubýtið millum teirra, sum stillaðu upp fyri Tjóðveldi til fólkatingsvalið, var hetta:

 

1

Høgni Hoydal

1.477

2

Magni Arge

1.082

3

Kristina Háfoss

563

4

Sirið Stenberg

561

5

Annita á Fríðriksmørk

520

6

Tórbjørn Jacobsen

331

7

Óluva Klettskarð

226

 

Tórbjørn Jacobsen sendi í gjár Runavíkar kommunu skriv um møguleikan fyri at røkja fólkatingssessin, samstundis sum hann er borgarstjóri.