Tá samskifti skapar ótryggleika

Almenna rúmið er við sosialu miðlunum flutt inn í privatlívið, og tað kann skapa ótryggleika

“Hvønn hon skrivar við, veit hon. Hann veit einki, hann fekk gron. “

Soleiðis syngur Uni Arge í nýggja sanginum, hann hevur sent í umferð. Sangurin kallast "Vangamyndir" og snýr seg um støðuna hjá einum pari, sum upplivir, at almenna rúmið er flutt inn í privatlívið við sosialu miðlunum. Kvinnan reikar á netinum, og maðurin fer út at reika, tí hann veit sær onki betri at gera.

- Tað kundi verið øvugt, og soleiðis lýsir sangurin dagsins trivialitetir og ótryggleika, sum økta samskiftið kann hava við sær, sigur Uni.

“Soleiðis fara kvøldini – hvørva øll í rúmdini,” ljóðar ein regla.

- Sangurin byrjaði sum ein skemtisangur um atferðina á netinum í dag. Ætlaði bara at hava hann fyri meg sjálvan. So spældi eg hann á onkrum smærri konsertum, og nógv nikkaðu smílandi at søguni. Vit spældu hann so bara inn, og nú er hann úti. Hann melur um tríggjar akkordir og er vist eitt sindur tragikomiskur, sigur Uni Arge.