Tá samgongan slitnar

I

Tá samgongan slitnar fer okkum at dáma føroyska veðrið
Tá samgongan slitnar fara vit at duga kvæðini
Tá samgongan slitnar fáa vit sjálvsvirðing
Tá samgongan slitnar fara tey ungu á háskúla
Tá samgongan slitnar verður helvtin av tingmonnunum kvinnur
Tá samgongan slitnar koma tey samkyndu aftur
Tá samgongan slitnar yngjast tey gomlu
Tá samgongan slitnar verður oljudansur
Tá samgongan slitnar verða ongi ð
Tá samgongan slitnar skulu Sambands- og Fólkaflokkurin í andstøðuna

II
Tá samgongan slitnar verður veðrið gott
Tá samgongan slitnar fara menninir at gera roysnisbrøgd
Tá samgongan slitnar verður styttri millum grindaboðini
Tá samgongan slitnar fara børnini at ríða ediling
Tá samgongan slitnar fara kvinnurnar at baka drýl
Tá samgongan slitnar verða tey samkyndu lekt
Tá samgongan slitnar fara vit at æra tey gomlu
Tá samgongan slitnar fara vit at vaska ullina
Tá samgongan slitnar fara vit at seta ð’ini rætt
Tá samgongan slitnar skal Sjálvstýrisflokkurin í andstøðuna

III
Tá samgongan slitnar verða jól hvønn dag
Tá samgongan slitnar verða menninir oljusjeikar
Tá samgongan slitnar fara vit at vinna í fótbólti
Tá samgongan slitnar verða kvinnurnar supermodellir
Tá samgongan slitnar verða børnini undurbørn
Tá samgongan slitnar fáa tey samkyndu sína egnu oyggj
Tá samgongan slitnar verða vit forever young
Tá samgongan slitnar fara vit at vinna í lotto
Tá samgongan slitnar fáa vit ókeypis ferðaseðlar
Tá samgongan slitnar skal Miðflokkurin í andstøðuna

IV
Tá samgongan slitnar skal samgonga skipast

----------
Dávur í Dali