Ein taksaførari er tann seinasti, sum hevur sæð Pidda á lívi, og hetta hendi hósdagin 3. november í fjør.
Um 15-15.30 ringir Piddi til hendan taksaføraran, sum koyrir hann í Rúsuna. Seinni koyra teir báðir so ein biltúr, og eru heima aftur beint áðrenn klokkan 17. Seinni aftur gera teir báðir so av, at gera ein góðan bita saman.
Teir steikja so búffar, gera sós og kóka epli, og eta síðani í køkinnum. Seinni fara teir so inn í stovuna, har teir práta um leyst og fast.
Taksaførarin mintist ikki nágreiniliga, hvat teir tosa um, men børnini hjá teimum báðum var í hvussu er eitt tema.
Vitnið greiddi frá, at hann var komin at kenna Pidda, tá teir hittust í einum føðingardegi, og teir høvdu verið væl síðani.
Tað hendi ikki ofta, at teir báðir ótu saman, men tað kom kortini fyri, og hetta var ikki fyrstu ferð.
Taksaførarin segði, at Piddi hevði verið deprimeraður leingi, men hetta kvøldið var hann í góðum lag. Hetta er so eisini ein ábending um, at Piddi ikki hevur gjørt enda á sær sjálvum.
Vitnið mintist ikki, júst nær hann var farin til hús, men hann var í hvussu er heima áðrenn klokkan 22, tí tá plagdi pápin at tørna inn, og hann var framvegis uppi. Piddi var sovnaður á sofuni, og taksaførarin kann vera farin heim so tíðliga sum 19-20 tíðina.
Annars eru fólk í morgun avhoyrd, sum kunnu greiða frá um tíðarskeiðið rundan um 1. til 3. november, tí sambært ákæruvaldinum skal kroatin hava beint fyri Pidda fríggjanáttina, 4. november.










