Út í sólina at trilla

- Vit eru bara farnar ein lítlan túr í góðveðrinum, siga tær tríggjar, Birna, Eilin og Fríðbjørg. Tær arbeiða á vøggustovuni við Kráir.

Tá veðrið er soleiðis er bara eitt at gera: Fara út í barnagarðin ella fara útum barnagarðin.

Tær tríggjar valdu tað seinna. Tóku nøkur børn við sær og fóru so ein gongutúr gjøgnum bygdina fyrrapartin í gjár.

- Vit hava øll børnini við sum kundu. Onkur lá og svav, og tey komu so ikki við í dag, siga tær.

Eftir í vøggustovuni var ein annar starvsfelagi, Kára sum hevði lovað at hava ein døgurðabita kláran á middegi.

- Vit gleða okkum at koma aftur til ein góðan grýturætt, siga Birna, Eilin og Fríðbjørg.