Tørvurin er stórur

Tað fer fram eitt lutfalsliga umfatandi hjálpararbeiði úr Føroyum. Tað eru Samkoman Immanuel í Hoyvík, saman við felagsskapinum Beula í Rumenia, har føroyingar eisini skipa fyir, ið standa fyri hesi hjálp til tey, ið hava mestan tørv í økinum kring Timisoara í Rumenia.

Úr Rumenia frættist nú frá Beula, at tað ið teimum í løtuni tørvar mest, er húskiráð, t.v.s. brúkslutir til húsarhaldini, so sum bestikk, grýtur, pannur, borðiskar, koppar, strúkijørn- og bretti, amboð o.s.v. Eisini hevði verið gott við leikum til børnini

Trupulleikin hjá familjum, ið farið verður til er, at tey sum oftast mangla hesar allar neyðugastu lutirnar í húsarhaldinum. Tey siga at nú í summarmánaðunum er kanska ikki so nógvur tørvur á klæðum, sum annars hava verið send úr Føroyum í stóran mun. Seinni uppá árið er tørvurin aftur meir á klæðum, serliga tí at tað kann verða sera kalt í Rumenia um veturin.

Í Føroyum er tað sum sagt Samkoman Immanuel, ið stendur fyri hjálpararbeiðinum, við at skipa fyri innsavningum og at fáa vørurnar fram. Síðsti túrur til Rumenia var síðst í mai í ár, tá farið varð við bussi, fullur av klæðum, skógvum, hjálpartólum, sápu o.l. Ætlanin er at næsti túrur skal byrja 7. juli, og tá er sum sagt ætlanin at hava so nógv sum møguligt av húskiráði, bestikk og tað sum annars er nevnt fyrr.

Um onkur hevur hug at hjálpa til við hesum, ber til at seta seg í samband við Samkomuna Immanuel, ella fara framvið hjá teimum í Hoyvík, har lutirnir kunnu latast. Samkoman Immanuel og Beula í Rumenia takka hjartaliga fyri tað hjálpsemi, ið føroyingar vísa, og hava víst ígjøgnum árini, og vóna at hendan umbønin um lutir eisini verður tikin við vælvild.es Eidesgaard:


»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«


»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað

persónliga frælsið fer fyri bakka«


»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«


»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«


»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá

Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein

samtykt«



ENDURGEVINGAR:


Høgni Hoydal:


»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«


»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«


»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir

fíggjarlógarviðgerðini seinast«


»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«


»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«


»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av

Christiansborg«