Tørvur á nýhugsan í ferðavinnuni

-tað er lykilin til at lata upp nýggjar hurðar, soleiðis at fleiri ferðafólk koma til Føroya og vilja leggja meiri pening eftir seg heldur ein av stigtakarunum til Atlantic Hotel í Havn, Martin Restorff.

Tað eru nú nakrar vikur síðani, at teir tríggir, Johan og Martin Restorff og Petur Jacobsen tóku havnafólk og føroyingar sum heild á bóli við ætlanini at byggja eitt flótandi hotell í høvuðsstaðnum. Umsóknin liggur hjá býráðnum og bíða teir tríggir spentir eftir at frætta, hvørja støðutakan býráðslimirnir hava til teirra verkætlan.

-Tað at vit nú eisini hava gjørt eitt uppskot til eitt flótandi hotell í Ålborg hevur sum so einki við ætlanina í Havn at gera. Vit halda báðar verkætlaninar vera áhugaverdar og síggja fram til at fáa ítøkilig svar frá myndugleikunum sigur Martin Restorff, sum eisini fegin vil svara tí kritikki, sum hevur verið frammi alment móti ætlanini.

-Vit halda ikki, at hotellið fer at oyðileggja umhvørvið við Müller pakkhús. Tvørturímóti halda vit, at hesi bæði kunnu gagna hvør øðrum. Tað er nevniliga í tí gamla, at vit skulu fremja nýhugsan. Eitt flótandi hotell av hesum slag kann kanska nettupp koma at skapa enn størri áhuga fyri slíkum bygningum sum Müllers pakkhúsi. Hetta kann samanberast við tey mongu ferðafólk, sum eitt nú hava gist á Hotel Hafnia gjøgnum árini og sum gleðast um at kunna vitja Tinganes.

Nýhugsan lykilin
Martin sigur víðari, at skulu vit koma víðari og menna ferðavinnuna, soleiðis at hon kann geva eitt gott íkast til samfelagsbúskapin, so eru vit noydd til at bróta upp úr nýggjum. Nýhugsan er lykilin til at lata upp fyri enn fleiri ferðafólkum, sum so aftur kunnu leggja nógvan pening eftir seg.

Hann heldur ikki, at bátaeigarar skulu kenna seg so skerdar av hesi ætlan. Talan verður um í mesta lagi at flyta einar 6-7 bátar, og slíkt heldur hann, at myndugleikarnir, um teir veruliga ynskja at menna ferðavinnuna, kunnu loysa á skilagóðan hátt.

-Rætt skal vera rætt. Vit hava eisini fingið nógvar sera positivar afturmeldingar frá fólki, sum frøðast yvir, at her endiliga hendir okkurt nýtt og spennandi í einum annars oftani keðiligum umhvørvi. Tað ræður um at fáa enn meira lív í økið rundan um Vágsbotn, og tað haldi eg eitt flótandi hotell við øllum sínum virksemi kann vera við til at skapa. Vit fara so at leggja okkum eftir ikki at spolera nakað av tí gamla og tí verandi men heldur vera við til at geva hesum nýtt lív.

Eiga ikki at óttast broytingar
Eisini Petur Jacobsen, sum er ein av íleggjarunum og stigtakarunum til ætlanina í Havn og í Ålborg heldur, at vit føroyingar ikki eiga at vera bangnir fyri broytingum, tí hesar kunnu nettupp vera tað, sum skal til fyri at bróta upp úr nýggjum og bæði útvega arbeiðspláss og nýggjar inntøkur til landið.

Nettupp við at kunna brúka kend og roynd fólk á hotell- og ferðavinnuøkinum og her sipar hann til feðgarnar Martin og Johan, kunnu vit skapa nakað gott fyri Havnina. Tað er eisini tørvur á hotellkapasiteti í høvuðsstaðnum sum er, og tí kann henda ætlanin gerast kærkomin fyri at nøkta eftirspurningin. Hann vísir á, at við teimum ætlanum, sum eru knýttar at flótandi hotellinum, so ber til at fáa gongd á aðrar smærri vinnur eisini, eitt nú kann hetta ganga teimum, sum sigla við ferðafólki, sum fiska ol. Norðlýsið vil her vera ein heilt náttúrligur partur. Tað snýr seg eisini um at kunna hava tilboð til turistar, sum vilja gjalda nógvan pening fyri nakað annað enn teir eru vanir við aðrastaðni.

Martin Restorff leggur aftrat hesum, at vit í Føroyum eiga so nógv at bjóða fremmandafólki, men vit duga ikki at troyta hesar møguleikar. Tað er m.a. við hesum í huga, at teir hava bjóðað seg fram at byggja eitt flótandi hotell.

Uppá fyrispurning um teir fara aðrastaðni í Føroyum við ætlanini, um Havnin takkar nei sigur hann, at tá verður hetta av ongum. Hetta riggar einans í tí serstaka umhvørvinum rundan um Vágsbotn og Skálatrøð. Sum skilst er talan um eina íløgu uppá einar 30 mill. kr. Flótandi hotellið kemur liðugt gjørt í sektiónum til Føroya. Tað er unikt, nakað av tí fyrsta av sínum slag, har tú kombinerar hotell og matstovur á sjónum. Tað kann standa klárt til at taka í brúk um eitt hálvt ár ella so. Og tað fer at fáa heitið Atlantic Hotel.