Tørvur á høgrvendari pressu

– Onki er at taka seg aftur í, at okkara land hevur brúk fyri eini meiri borgarligari fjølmiðlarás, eini rás, sum eisini megnar meiri objektivt at hyggja at heildini og fram­leiðsl­u­økju­num í Føroyum.

Hesi vísdómsorð eig­ur Jógvan við Keldu, fyrr­ver­andi borgarstjóri í Klaks­vík, løg­tings­mað­ur og lands­stýr­is­mað­ur.

Kann vera, at hann hevur rætt, at allir sos­i­al­ist­ar­nir í ­Kring­varp­i­num eru ein hótt­an móti lands­stýr­is­sam­gong­uni og fram­leiðslu- og vakstr­ar­økj­um, so sum Klaks­vík. Men ráð eru fyri tí.

Norðoyggjar eiga nú ein borg­ar­lig­an ment­a­mál­a­ráð­harra. Hann kann tryggja grund­ar­lag­ið hjá priv­at­um f­jøl­miðl­um at virka frítt. Sum nú er slepp­ur Kring­varp­ið at taka skatt frá fólki – at draga fólk í rætt­in, um tey ikki tíma at rinda kring­varpsgjald.

Privatu miðlarnir sigla sín egna sjógv. Tey borg­ar­ligu k­unnu nú vísa sína hugsjón í verki við ann­að­hvørt at taka kring­varps­gjald­ið ella lýs­ing­ar­nar frá al­menna stovn­i­num, Kring­varpi Føroya.

Vit bíða­ í spenningi...