Á aðalfundi 18. apríl 2019 stillaðu sjey av átta nevndarlimum í Amnesty International Føroyar uppaftur og vórðu afturvald, og nevndin hevur nú skipað seg. 8. mai skipaði nevndin seg soleiðis á fundi:
Eyðgerð Mørkøre Kruse, forkvinna, Turið Maria Jóhansdóttir, næstforkvinna, Barbara Jacobsen, kassameistari, Bergur A. Dalsgarð og Gunnvá Gaard. Tiltakslimir eru: Beinta Flóvinsdóttir, Annika Malunardóttir og Tóki Strøm.
Einasta brotingin er, at Bjørk S. Lamhauge, sum hevur verið ungdómsumboð í nevndini takkaði fyri seg, og Annika Malunardóttir varð vald sum nýtt ungdómsumboð í nevndini. Annika er eisini partur av Amnesty ung, og virkar sostatt sum millumlið millum nevndina og ungdómsbólkin og ungdómsaktivismuna hjá felagsskapinum. Vit takka hjartaliga Bjørk fyri hennara fantastiska íkast fyri felagsskapin og serliga fyri hennara arbeiði í ungdómsbólkinum. Ein sonn eldsál, sum vit gleða okkum at fylgja.
Veðurlagsbroytingar á dagsskrá
Eyðgerð Mørkøre Kruse, sum var afturvald á aðalfundinum og heldur fram sum forkvinna í nevndini, sigur soleiðis:
- Evnini, sum nevndin hevur valt at raðfesta, eru veðurlagsbroytingar og undirvísing í mannarættindum. Orsøkin til tess er, at vit meta, at tørvur er á meira grundleggjandi upplýsing og undirvísing í kjarnini í mannarættindahugsanini. Og veðurlagsbroytingar fáa alsamt størri rúmd í arbeiðnum hjá Amnesty altjóða, og vit ynskja at fylgja hesi gongd, sigur hon.
Á aðalfundinum í 2019 varð samtykt at seta tveir bólk at arbeiða við hesum evnunum burturav. Í hesum bólkinum fyri undirvísing í mannarættindum sita nú Lív Patursson, Heini í Skorini, Jacoba Kruse og Eyðgerð Mørkøre Kruse. Og í ráðgevandi bólkinum fyri mannarættindi og veðurlagsbroytingar sita Elsa Berg og Sanna A. Dahl.
Nýggj høli
Á aðalfundin varð eisini kunngjørt, at felagsskapurin frá 1. juli 2019 fer at gerast partur av skrivstovufelagsskapinum í Smæruni. Sostatt er tað enduliga eydnast okkum at koma í atkomuvinarlig høli, og hetta fegast vit um.