Tørvandi gjøgnumskygni

Minnilutin í trivnaðarnevndini ger vart við tørvandi gjøgnumskygni og vantandi upplýsingar frá Almanna- og heislumálastýrinum undir viðgerðini av fíggjarlópgaruppskotinum

? Uppsetingin av tølunum, bæði fyri 1998 (roknskapur), 1999 (játtan) og 2000 (ætlan) er í nógvum førum villeiðandi og ger tað trupult at gera rættar samanberingar millum ymiskar konti og millum ymisk ár. í summum førum er talan um nettotøl og í øðrum førum er talan um bruttotøl. Í summum førum skal takast hædd fyri, at mvg er tikið úr, og í øðrum førum er tað ikki.

Minnilutin í trivnaðarnevndini er ikki sørt ónøgdur við uppsetingina av løgtingsfíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000. Afturat uppsetingini av fíggjaruppskotinum fyri ár 2000 er minnilutin í trivnaðarnevndini eisini ónøgdur við, at tøl á løgtingsfíggjarlógini innan somu konti sama ár verða broytt uttan frágreiðing frá eini løgtingsfíggjarlóg til aðra. Hetta, heldur minnilutin, ger uppgávuna at samanlíkna tær ymisku kontoinar torføra, fyri ikki at siga ómøguliga í einstøkum førum.

Men hesin sami minnilutin hevur kortini gjørt sær eina meting av løgtingsfíggjarlógaruppskotinum, og er hann komin til ta niðurstøðu, at tað vanta 66, 3 milliónir til almanna- og heilsuøkið í løgtingsfíggjarlógaruppskotinum.

Sosialurin fer at viðgera hesar framrokningar nærri í næstu útgávu.