Tórur við Áir er settur sum stjóri í Roknskaparfelagnum saman við Olaf Frits Joensen. Hann verður samstundis eisini partnari í felagnum.
Roknskaparfelagið hevði føðingardag í desembur. Tá vóru 25 ár síðani Olaf Frits Joensen stovnaði smápartafelagið. Undan tí hevði hann havt egið virksemi síðani 1984, fyrstu árini á Eiði, men síðani 1988 í høvuðsstaðnum.
- Sostatt eru nú tveir skrásettir grannskoðarar í Roknskaparfelagnum, og førleikarnir og arbeiðskorkan styrkt munandi til at vaksa og veita kundunum eina dygdargóða tænastu, skrivar felagið. Sjey fólk starvast í Roknskaparfelagnum.
Tórur við Áir tók prógv sum skrásettur grannskoðari á heysti 2017 og hevur drúgvar royndir innan grannskoðan, skatt, bókhald og vinnuliga ráðgeving.