Tórur verður ein stjørna

Tórur Mortensen hevur verið á venjingarlegu saman við danska úrvalsbólkinum innan frælsan ítrótt.

Farna vikuskiftið var Tórur Mortensen á venjingarlegu við danska úrvalsbólkinum innan frælsan ítrótt. Í hesum bólkinum eru bæði tey, ið luttóku á olympisku leikunum, tey, ið eru á landsliðnum og so tey, sum hava eitt støði í mun til sín aldur, sum ger at Dansk Atletikforbund (DAF) metir at hesi kunna gera seg galdandi í altjóða kapping komandi árini. Tórur Mortensen er úttikin sum partur av framtíðar bólkinum hjá DAF. Hetta skrivar Frælsur Ítróttur Føroyar.

 

Venjingarlegan var í multihøllini Gigantium í Aalborg. Venjingin var partvís felagsvenjing, har íðkarar innan allar greinar vandu saman, og parvíst grein-specifik venjing, har Tórur Mortensen vandi við bestu leyparunum í Danmark.

 

Sergreinavenjingin, tvs venjingin í bólkinum við leyparum, var stýrd av einum venjara, sum hevur ført nógvar íðkarar til bæði OL, HM og EM, onkuntið við heiðursmerkið sum úrslit. Hann hevði eitt eyka eyga við Tórur Mortensen, tí í mun til aðrar íðkarar, so kendi hann ikki hann. Eftir venjingarnar hevði hann nøkur góð ráð, men hann segði eisini at har var nógv eftir at heinta. Eftir leguna var avtala at halda sambandið við líka, soleiðis at vit í Hvirluni kunnu samstarva við danska landsliðsvenjaran, serliga í samband við Tórur Mortensen, men hetta kemur øllum leyparum í felagnum til góðar.

 

Á venjingarleguni varð eisini kunnað um krøvini til komandi meistaraheiti. Her var U20-EM kravið serliga áhugavert, tí tað er málið hjá Tórur Mortensen, skrivar Frælsur Ítróttur Føroyar. Her varð sagt at danska kravið er 15,40 m (altjóða kravið er 14,90 m). Hetta merkir, at Tórur Mortensen skal betra um lop síni við 37 sentimetrum áðrenn juli 2017 fyri at lúka kravið til U20-EM.