Túrur út í Stóra Dímun sunnudagin

Komandi sunnudag 20. juni verður túrur gjørdur út í Stóru Dímun, um veðrið loyvir tí. Farið verður av Sandi við »Hvíthamri«.

Neyðugt er at tekna seg á Sandoyar Kunningarstovu. Hesir dagar eru fyribils valdir: 20. juni, 4. juli, 18. juli, 25. juli og 1. august.

Nakrir túrar verða gjørdir til Stóra Dímunar við »Hvíthamri« av Sandi um viðrar. Farið verður av Sandi kl. 10.30. Teistin siglir av Gomlurætt kl. 9.45 og í Skopun er bussamband til havnina á Sandi.

Túrurin byrjar í Sands Havn kl. 10.30, har siglt verður við Hvíthamri út í oynna. Umborð er tað Jóan Petur Clementsen, bátasmiður, ið er skipari. Komin til Dímunar verður gingið upp gjøgnum Kleivina, saman við Dímunarbóndanum, sum eisini verður ferðaleiðari á oynni ? har hann vísir fólki runt og greiðir frá. Fólk verða eisini boðin inn til bóndahjúnini til ein kaffi- ella temunn. Til túrin er tað gott at hava heit klæði við og matpakka. Túrurin verður einans sigldur, um veðrið er til vildar. Melda til á Sandoyar Kunningarstovu. Pláss er fyri 12 fólkum.

Sandoyar Kunningarstova heitir á fólk um at hava heit klæði og matpakka við. Pláss er fyri 12 fólkum hvønn túr. Tilmelding kann gerast á Sandoyar Kunningarstovu á tel. 361836 ella tpost info@visitsandoy.fo í seinasta lagi fríggjadag kl. 12 sum túrarnir verða gjørdir sunnudag.