Tórur Rasmussen (12 ár) fekk brøkurnar hjá Zlatan

Ið hvussu er ein føroyingur var glaður aftaná dystin millum Føroyar og Svøríki á Tórsvølli,

 

Nevnliga tann 12 ára gamli bóltdrongurin hjá B36, Tórur Rasmussen. Hann spurdi aftaná dystin tað svensku heimsstjørnuna, Zlatan Ibrahimovic um hann kundi fáa troyggjuna hjá tí svenska liðskiparanum.

 

Zlatan gjørdi ikki mætari enn, at hann fór úr brókunum, og gav tí 12 ára gamla bóltdronginum tær. Hesin var ovurfegin um minnislutin, hóast hann ikki fekk troyggjuna, hann bað um.

 

Søgan um tann 12 ára gamla bóltdrongin, sum fekk brøkurnar hjá Zlatan fyllir rættiliga nógv í teimum svensku ítróttarmiðlunum. Tórur Rasmussen sigur, at tað var størstu dagurin í lívinum hjá sær at fáa eitt slíkt minni frá Zlatan, sum er hansara yndisfótbóltsspælari.