Tórur Jacobsen satsar upp á fótbóltin

Rás2: - Mín dreymur er at spæla fyri besta liðið hjá KÍ, sigur hann

17 ára gamli Tórur Jacobsen spælir til dagligt við KÍ. Hann hevur fingið fyrstu minuttirnar við besta liðnum í kappingini um Løgmanssteypið. Vongurin, ið eisini kann spæla sum áleypari, hevur tó enn sínar fyrstu minuttir í bestu deildini til góðar.

 

- Tað er ein dreymur at fáa ein dyst á besta liðnum hjá KÍ í ár, og annars bara koma so langt sum eg kann við fótbóltinum. Kanska enntá uttanlands, sigur Tórur Jacobsen.

 

Tórur Jacobsen hevur verið ein av teimum eyðsýndu spælarunum í undankappingini, tí hann hevur skorað nøkur mál. Tað hava tey lagt merki til í Klaksvík.

 

- Tað hevur verið skeg, at koma heim og fáa nógva uppmerksomheit bæði í skúlanum og til venjing, sigur ungi klaksvíkingurin undan venjingini hjá U17 í dag. Liðið skal nú samla seg, eftir at hava tapt 7-0 fyri Fraklandi.

 

- Tað var eitt upplivisli at vera á vøllinum, tí hasir spælararnir vóru nakað heilt serligt. Hatta er tann besta mótstøðan eg havi møtt, men tað var eisini ein dystur, har alt riggaði hjá teimum og einki hjá okkum. Teir vóru bara betri enn vit, og eg vænti at hasir verða stjørnur í framtíðini, sigur Tórur Jacobsen og leggur afturat:

 

- Fyrri hálvleikur var tað harðasta eg nakrantíð havi roynt. At renna frá vinstra bakki og fram á vinstra vong alla tíð var ótrúliga hart, sigur klaksvíkingurin.

 

Tórur Jacobsen er klárur til dystin móti Ungarn í morgin, sum byrjar klokkan 15. Rás2 sigur frá dystinum.